Haldfør máling, ætlað á veggir inni. Løtt at arbeiða við, fjalir væl og tolir nógvan ágang og reingerð. Somuleiðis væl hóskandi í baðirúmum.
X7 er vatntynt akrylmáling, sum tolir nógv vask og dekkar serliga væl.
X7 er vard ímóti bakterium og bindur sera væl.
Litur:
Hvít. Kann eisini litast til aðrar ljósar litir.
Máling:
Rullu, pensli ella hátrýstsproytu.
Trygdarflokkur:
00 – 1
Reingerð av amboðum:
Við vatni beint eftir nýtslu.
Tynning:
Vatn, um tað krevst.
Tíð at torna:
Nertiturt eftir 30-60 min. við 20 hitastigum
Yvirmáling:
Eftir 6-12 tímar, alt eftir umstøðum.
Glansur:
um 7 (60 stig)
Tjúkd:
Um 35 Poise (Brookfield HA 5/50, 25 hitastig)
Evnisnøgd:
Um 1,40 g/ml (25 hitastig)
Turrevni:
Uml. 53% av nøgd ella uml. 40% av rúmd.
Nýtsla av tilfari:
Uml. 0,10-0,12 l/m2 í ummáli samsvarar við 40-50 µm í miðaltjúkd.
Hitastig, meðan málað verður:
Minst 5 stig.
VOC-evni:
Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/b 100g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 80 g/l.