T20 Olja/akrýlgrundað træverja

Aftur til vørur

Alfjalandi og hálvblonk

Ætlað uttandura. Besta verjan fæst, um viðurin verður viðgjørdur, áðrenn hann verður slitin av veðri.

T20 er vatntynnandi, fjalandi træverja, sum verjir træ, ið er farið av sólarljósi.
T20 er gjørd úr ljósum litevnum, sterkum rotverjuevnum, einari blanding av feitum alkydi og 100% akrylbindievni, sum gevur eitt seigt lag, uttan at mynstrið í trænum hvørvur.
T20 verjir sera væl fyri vatni og veðri og loyvir vætu at sleppa ígjøgnum.

Litur:
T20 verður framleidd í hvítum, svørtum, myrkareyðum og hartil ørgrynnu av litum á fleiri litakortum.

Leiðbeining

Máling:
Við pensli, rullu ella sproytu.

Trygdarflokkur:
0 – 1

Tynning:
Vatn, um tað krevst.

Reingerð av amboðum:
Við mildum sápuvatni beint eftir nýtslu.

Tíð at torna:
1 tíma við 20 stig.

Yvirmáling:
Eftir 5 til 7 tímar.

Tjúkd:
Um 80 KU (25 stig).

Evnisnøgd:
Um 1,05 g/ml (25 stig), alt eftir liti.

Turrevni:
Uml. 45-50% av nøgd ella uml. 39-44% av rúmd . Alt eftir liti.

Nýtsla av tilfari:
Uml. 0,10-0,20 l/m2 í ummáli á óviðgjørdan við, samsvarar um 39-75 µm í miðaltjúkd. Um 0,07 – 0,10 l/m2 í ummál á viðgjørdan við, samsvarar um 27-39 µm í miðtalturrfilmatjúkd.

Hitastig, meðan málað verður:
Minst 5 stig.

VOC-evni:
Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/e 130 g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 20 g/l.