Serliga ætlaður at grunda betong, træ, spónplátur, gamla oljumáling o.a. innandura. Í Sperrigrundaranum er ein evarska lítil nøgd av lívrunnum loysingarevnum.
Sperrigrundari er silkikám akrýlbundin máling, sum verður tynt við vatni og heftir væl á flestøll sløg av byggitilfari, annaðhvørt tey eru úr viði ella betongi.
Sperrigrundari inniheldur evni, sum forða fyri at te, kaffi og nikotin o.a. kann “bløða” ígjøgnum málingarhinnuna.
Litur:
Hvítur
Fyrireiking:
flatin, sum skal málast, skal vera turrur og reinur. Tá i málað verður, er umráðandi at fáa alla gamla og leysa máling burtur fyrst.
Mála:
Málast kann við pensli, rullu ella sproytu.
Trygdarflokkur:
0–1
Tynna og reinsa amboð:
Við vatni, beint eftir nýtslu.
Tíð at torna:
Nertiturt eftir 1 tíma við 20°C
Mála útyvir:
Eftir 4-6 tímar. Yvir sperrigrundaran kann málast við flestøllum sløgum av plastmáling.
Hitastig meðan málað verður:
Minst 5 hitastig. (Má ikki frysta)
Glansur:
Um 10 (60 stig)
Tilfarsnýtsla:
Uml. 0,1 l/m2 í ummáli alt eftir, hvussu ójavnur flatin er og umstøðum annars.
Tjúkd:
Um 24-27 Poise. (Brookfield HA 5/50, 25 stig)
VOC-evni:
Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/a 30g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 1 g/l.